Eitt ógvuliga framkomi álop, nevnt "VPNFilter", verður í løtuni framt móti beinarum og øðrum neteindum kring heimin. Ein listi við meir enn 70 ymiskum eindum, sum eru raktar av álopinum er kunngjørdur. Nýtur tú ein av hesum eindunum, ert tú tí í vanda fyri at verða raktur. FBI mistonkir Russland fyri at standa aftan fyri álopið.