Í dag tók Google eitt týðandi stig í royndini at fáa allar heimasíður at nýta brongling. Heimasíður, sum ikki nýta brongling (https) verða nú týðiliga stemplaðar sum ótryggar.
Category: Brongling
VPNFilter – Framkomi álop í gongd í løtuni
Eitt ógvuliga framkomi álop, nevnt "VPNFilter", verður í løtuni framt móti beinarum og øðrum neteindum kring heimin. Ein listi við meir enn 70 ymiskum eindum, sum eru raktar av álopinum er kunngjørdur. Nýtur tú ein av hesum eindunum, ert tú tí í vanda fyri at verða raktur. FBI mistonkir Russland fyri at standa aftan fyri álopið.
Góð loyniorð uppá tann einkla mátan
Ein tann mest vanliga grundin til, at teldusníkar klára at bróta inn í teldur og teldukervi, er vánalig og endurnýtt loyniorð. Í hesum innlegginum vísi eg á, hvussu eitt forrit, sum nevnist ein "password manager", kann nýtast til at gera góð loyniorð, og soleiðis tryggja tínar dátur og dátur hjá tínari fyritøku.
Enn ein grund til at heimasíður skulu nýta brongling
Ein dani hevur gjørt eitt video, sum vísir á enn eina grund til at heimasíður skulu nýta brongling.
Føroyskar heimasíður tryggja ikki títt loyniorð
Ein kanning, sum eg gjørdi av 62 føroyskum heimasíðum vísti, at tríggjar út av fýra heimasíðum ikki brongla títt loyniorð tá tú innritar.