Ein tann mest vanliga grundin til, at teldusníkar klára at bróta inn í teldur og teldukervi, er vánalig og endurnýtt loyniorð. Í hesum innlegginum vísi eg á, hvussu eitt forrit, sum nevnist ein "password manager", kann nýtast til at gera góð loyniorð, og soleiðis tryggja tínar dátur og dátur hjá tínari fyritøku.
Author: Bárður
“Cryptojacking” og ein (næstan) oyðiløgd telda
Tað høga virðið á Bitcoin og øðrum kryptovaluta hevur gjørt, at teldusníkar royna at nýta tína teldu til at útvega sær pening. Framgangshátturin hjá teldusníkunum ger, at tað er vandi fyri, at tín telda brennur yvir. Tað er tó í flestu førum møguligt at verja telduna móti hesum.
Enn ein grund til at heimasíður skulu nýta brongling
Ein dani hevur gjørt eitt video, sum vísir á enn eina grund til at heimasíður skulu nýta brongling.
Í túsundatali av føroyingum raktir av álvarsligum leka
Listi við 1.4 milliardum loyniorðum liggur frítt atkomiligur á internetinum. Í túsundatali av føroyskum teldupostadressum eru at finna á listanum.
Bloggurin hevur fingið logo
Bloggurin hevur nú fingið eitt logo. Eg havi nýtt eina heimasíðu, har tað er møguligt at gera logo ókeypis. Heimasíðan hevur tó sett sum treyt, at eg lýsi við, at tað er gjørt á teirra heimasíðu. So fyri ikki at koma í trupulleikar havi eg givið teimum viðurkenning herundir: Logo made with DesignEvo
Stolin loyniorð
Av og á verða loyniorð stolin frá ymsum tænastum á internetinum.
Í hesum innlegginum vísi eg tær, hvussu tú sjálv/sjálvur kann finna útav, um títt loyniorð er blivið stolið.
Føroyskar heimasíður tryggja ikki títt loyniorð
Ein kanning, sum eg gjørdi av 62 føroyskum heimasíðum vísti, at tríggjar út av fýra heimasíðum ikki brongla títt loyniorð tá tú innritar.
Eitt fet rætta vegin fyri Facebook
Facebook hevur broytt teirra privatpolitikk. Tínir persónligu upplýsingar á Facebook eru nú eitt vet tryggari, tí tað sær út til, at "Apps Others Use" er farið í søguna.
Tá phishing kom til Føroyar
Hvat er Phishing? Phishing er ein roynd at stjala persónligar upplýsingar, so sum brúkaranavn, loyniorð, gjaldskortupplýsingar og líknandi, við at útgeva seg fyri at verða ein, sum man ikki er. Sum dømi kann nevnast teldupostar, sum skuldu síggja út sum, at teir vóru frá PostNord, Netflix og Skat. Phishing teldupostarnir hava til endamáls at fáa… Continue reading Tá phishing kom til Føroyar
Deila tínir Facebook-vinir tínar upplýsingar við altjóða fyritøkur?
At halda seg frá Facebook spølum er tíverri ikki nokk Tann 3. marts skrivaði eg um Nametests og spøl á Facebook, sum kunnu elva til, at ymiskar fyritøkur fáa fulla atgongd til tínar Facebook upplýsingar. Kanska tú altíð hevur ansa væl eftir, ikki at luttaka í slíkum spølum og følir teg tí tryggan. Av og… Continue reading Deila tínir Facebook-vinir tínar upplýsingar við altjóða fyritøkur?