Eg byrjaði hendan bloggin í 2018, tí eg saknaði, at tað bleiv sett meir fokus á kt-trygd. Síðan tá er nógv hent, og sjálvur haldi eg, at kt-trygd hevur fingið eitt sindur størri pláss í almenna rúminum nú enn tað hevði tá. Sum tað sæst, so er seinasta innleggið á KT-Holuni 9 mánaðar gamalt, men… Continue reading KT-Holan takkar fyri hesaferð
Author: Bárður
Nýggjur listi við meir enn 6000 loyniorðum hjá føroyingum atkomiligur á internetinum
Tað hendi aftur í ár. Nýggjur listi við meir enn 6000 føroyskum loginupplýsingum liggur frítt atkomiligur á internetinum. Øll loyniorðini eru avbronglaði.
Snýt við lønarkontum
Snýt við lønarkontum er í løtuni tann mest vanligi mátin hjá teldusníkum at stjala pening frá fyritøkum. Grundin til at hetta eydnast so væl, er at vit ov ofta stóla blint uppá tað, sum vit móttaka ígjøgnum teldupost.
Smart TVs undir álopið
Smart TVs, ChromeCast og Google Home eindir eru undir álopið í løtuni.
Sjónvarpið byrjar av sær sjálvum at avspæla eitt video.
Gjaldskortupplýsingar stolnir frá British Airways og Newegg
Gjaldskortupplýsingar stolnir frá British Airways og Newegg.
Kannað her, um tú eigur at skifta títt gjaldskort.
Netflix loginupplýsingar til sølu á internetinum
Teldusníkar selja Netflix loginupplýsingar á internetinum.
Brúkaravinarligt men ótrygt
Tín snildfon minnist, hvørji tráðleys net, tú hevur nýtt. Hetta kann gera tað møguligt hjá teldusníkum, at avlurta títt internetsamskiftið.
Í hesum innlegginum kanst tú lesa, hvussu tú á ógvuliga einklan hátt, kann verja teg.
Føroyskir League of Legends spælarar í vanda
Ein listi við 340.000 avbronglaðum loyniorðum frá internetspælinum "League of Legends" er gjørdur atkomiligur á internetinum.
Loyniorðini eru stolin frá servarum, sum føroyskir League of Legends spælarar nýttu.
Ótryggar heimasíður verða útstillaðar
Í dag tók Google eitt týðandi stig í royndini at fáa allar heimasíður at nýta brongling.
Heimasíður, sum ikki nýta brongling (https) verða nú týðiliga stemplaðar sum ótryggar.
VPNFilter – Framkomi álop í gongd í løtuni
Eitt ógvuliga framkomi álop, nevnt "VPNFilter", verður í løtuni framt móti beinarum og øðrum neteindum kring heimin.
Ein listi við meir enn 70 ymiskum eindum, sum eru raktar av álopinum er kunngjørdur. Nýtur tú ein av hesum eindunum, ert tú tí í vanda fyri at verða raktur.
FBI mistonkir Russland fyri at standa aftan fyri álopið.