[Uppdatering tann 3. januar 2018 kl. 08:20:
Teldusníkarnir skriva at teir nú eru lidnir við álopið]
Ígongverandi álop
Stutt eftir middag í dag byrjaði eitt álop á smart TV, Google Home eindir og ChromeCast kring allan heimin. Teldusníkarnir, sum fremja álopið, kallað seg “TheHackerGiraffe” og “J3ws3r”.
Tey sum verða rakt av hesum álopið uppdaga tað við at teirra smart TV knappliga og av sær sjálvum byrjar at spæla eitt video. Í videonum framgongur tað, at títt smart TV er atkomiligt ígjøgnum internetið. Og so sæst eisini ein áheitan um at stuðla Youtube’arinum PewDiePie, sum teimum dámar ógvuliga væl. Herundir sæst ein skíggjamynd frá videonum, og sjálvt video kann síggjast á Youtube:
UPnP
Spælikonsollir, ChromeCast og ymsar aðrar eindir, hava onkuntíð tørv á, at fáa atgongd til servarar aðrastaðni á internetinum fyri at virka, sum tilætla. Fyri at fáa hesa atgongdina, nýta eindirnar ein hentleika, sum kallast UPnP. UPnP virkar við at lata eina hurð upp í tínum beinara, sum tín spælikonsoll ella ChromeCast kann nýta. Hetta hendir uttan at tú nýtist at gera nakað sjálvur, og tú noyðist tí heldur ikki at hava nakran teldukunnleika fyri at kunna nýta eindirnar.
UPnP er tó ikki altíð trygt, sum hetta álopið eisini vísir.
Hvussu gera teir tað
Teldusníkarnir misnýta omanfyri nevnda UPnP hentleikan til at fáa atgongd til smart TV, ChromeCast og Google Home eindir. Nógvar av hesum eindunum nýta nevniliga UPnP, og hava tí, sum áður nevnt, latið eina hurð upp í beinaranum. Tær hurðar, sum tú hevur í húsinum, verða ikki einans nýttar til, at tú kanst koma út úr húsinum. Tú nýtur tær somu hurðarnar til at koma inn í húsið. Soleiðis er tað eisini við UPnP. Tann hurðin, sum eindirnar hava latið upp, kunnu tískil eisini nýtast hjá øðrum at koma inn.
Hvat kunnu teir gera við eindirnar
Teldusníkarnir hava gjørt eina heimasíðu til álopið, har teir millum annað skrivað, at teir kunnu fáa sjónvarpið at avspæla eitthvørt video, sum teir vilja, teir kunnu nullstilla sjónvarpið, sløkkja tráðleysa sambandið hjá sjónvarpinum og ymisk onnur ting.
Ert tú í vanda?
Um UPnP er sligið til í tínum beinara, so er tað vandi fyri, at tú kann verða raktur av hesum álopinum. Men hvussu veist tú, um UPnP er sligið til hjá tær?
Skíggjamyndin herundir er frá einum nýggjum beinara frá Hey, har einki er broytt í uppsetingini:
Á myndini sæst, at UPnP er sligið til tá tú móttekur beinaran frá Hey. Um tú tí ikki sjálv/sjálvur hevur sligið tað frá, so er UPnP óiva sligið til hjá tær.
Eg havi ikki sjálvur nakran beinara frá Føroya Tele, sum eg kann kanna. Ein vinmaður, sum hevur ein eldri beinara frá Føroya Tele, hevur tó latið meg vita, at UPnP eisini er sligið til á tí beinaranum.
Hetta merkir ikki, at tú einans av hesi grund er í vanda. Um tú ikki hevur nakrað eind, sum nýtur UPnP, so skuldi eingin vandi verið á ferð. Eg vildi tó rátt tær til at sligið UPnP frá, um tú ikki hevur tørv á tí.