British Airways hacka
Tann 10. september boðaði Nets frá, at teldusníkar høvdu hackað seg inn á eina heimasíðu og fingið fatur á upplýsingum frá uml. 14.000 gjaldskortum. Á in.fo framgekk tað, at 50 av hesum gjaldskortunum vóru føroysk.
Fáar dagar áðrenn boðini komu frá Nets, bleiv tað almannakunngjørt, at upplýsingar frá 380.000 gjaldskortum vóru stolnir frá flogfelagnum British Airways. Í samrøðu við DR, avvísti Nets tó, at tey 14.000 gjaldskortini høvdu nakað samband við stuldurin frá British Airways. Tað stendur tí enn í tí óvissa, hvørja heimasíðu Nets meinar við.
Teldusníkarnir, sum hackaðu heimasíðuna hjá British Airways, gjørdu eina lítla, men ógvuliga avgerandi broyting í keldukotuni. Broytingin bleiv framd tann 21. august og førdi við sær, at tá kundin skuldi gjalda á heimasíðuni ella í British Airways appini, blivu gjaldskortupplýsingarnir sendir víðari til eina aðra heimasíðu, sum teldusníkarnir áttu.
Teldusníkarnir megnaði tískil at stjala gjaldskortupplýsingar frá British Airways kundum í góðar tvær vikur, til hetta bleiv uppdagað tann 5. september 2018. Tá var talið komið uppá 380.000 gjaldskort.
Newegg hacka
Newegg er ein internethandil, sum selur teldulutir og annan elektronik og er ein av heimsins størstu handlum av sínum slag.
Søgan um hetta álopið er ógvuliga lík tí móti British Airways. Tann 14. august broyttu teldusníkarnir keldukotuna soleiðis, at tá kundin skuldi gjalda á heimasíðuni, ella í Newegg appini, blivu gjaldskortupplýsingarnir sendir víðari til eina aðra heimasíðu, sum teldusníkarnir áttu. Hetta helt áframm væl longur enn hjá British Airways, tí tað bleiv ikki uppdagað fyrrenn í gjár, tann 18. september.
Hetta vil siga, at teldusníkarnir hava stolið upplýsingar frá øllum teimum gjaldskortunum, sum blivu brúkt hjá Newegg í meir enn ein mánaða.
Tað er enn óvist, hvussu nógv gjaldskort talan er um.
Rakar hetta teg?
Um tú hevur brúkt eitt gjaldskort á heimasíðuni hjá British Airways ella í teirra app, í tíðarbilinum frá 21. august 2018 til og við 5. september 2018, so hava teldusníkarnir fingið fatur á tínum gjaldskortupplýsingum, og tú eigur tí at fáa títt gjaldskort skift.
Um tú hevur brúkt eitt gjaldskort á heimasíðuni hjá Newegg ella í teirra app, í tíðarbilinum frá 14. august 2018 til og við 18. september 2018, so hava teldusníkarnir fingið fatur á tínum gjaldskortupplýsingum, og tú eigur tí at fáa títt gjaldskort skift.