Netflix loginupplýsingar til sølu á internetinum

Loginupplýsingar til sølu á dark web

Hugtakið “dark web” fevnir í stuttum um tann partin av internetinum, sum ikki er atkomiligur uttan serligt forrit, og har brúkarin sjálvvirkandi fær ein ávísan anonymitet.

 

Í apríl í ár gjørdi kt-trygdarfyritøkan Irdeto eina kanning av fleiri sølumarknaðum á “dark web”. Hendan kanningin førdi til, at Irdeto tann 13. august útgav eina rapport, har tað framgekk, at teir høvdu funnið 854 lýsingar, har lýst var við sølu av loginupplýsingum til millum annað Netflix. Tað framgekk tó ikki, hvussu nógvir loginupplýsingar vórðu í hvørjari lýsing.

 

Broyt loyniorð skjótast gjørligt

Hevur tú eina konto hjá Netflix vil eg viðmæla, at tú skjótast gjørligt broytir loyniorðið. Um tú nýtur sama loyniorð aðrastaðni, so vil eg eisini viðmæla, at tú broytur tað á teimum heimasíðum/tænastum.

Fyri at umganga at endurnýta loyniorð, kanst tú við fyrimuni nýta ein sokallaðan “password manager”, sum eg skrivaði um í greinini “Góð loyniorð uppá tann einkla mátan“.