Brúkaravinarligt men ótrygt

Free wifi

Í dag er tað nógvastaðni, at tað verður bjóðað frítt tráðleyst internet. Tú kanst frítt nýta tað tráðleysa internetið hjá fleiri kaffistovum, skúlum, stovnum, flogvøllum og  øðrum støðum. Hetta er ofta ótrúliga hent, tí við at nýta teirra tráðleysa internet, so fer einki data av tínum telefonhaldi. Tú skalt tó minnast til at ansa tær, tí sum eg skrivaði í greinini “Føroyskar heimasíður tryggja ikki títt loyniorð“, so eru vandar við at nýta tráðleyst internet hjá øðrum.

Okkara fartelefon er eisini so snild, at hon minnist, hvørji tráðleys net vit hava nýtt. Tá vit so næstu fer koma til sama stað, so kennir telefonin tað tráðleysa netið og knýtur seg til tað, uttan at tú noyðist at gera nakað sjálv/sjálvur. Um tú til dømis hevur nýtt tað tráðleysa netið á flogvøllinum í Kastrup, sum eitur “CPH Hotspot”, so minnist tín telefon tað netið. Tá tú so kemur aftur til Kastrup seinni, so knýtir tín telefon seg sjálvvirkin til “CPH Hotspot”. Tað ger tað ógvuliga brúkaravinarligt…men tað er tíverri eisini her, at ótryggleikin skal finnast.

SavedNetworks
Fartelefonin minnist tráðleys net

Telefonin ger ikki mismun

Ein stórur trupulleiki við at telefonin sjálvvirkin knýtur seg til tráðleys net er, at telefonin ikki ger mismun. Tað vil siga, at telefonin kannar ikki, hvør beinari tað er, sum tað tráðleysa netið kemur frá. Um vit aftur taka dømi við “CPH Hotspot”, so merkir hetta, at tín telefon knýtir seg til ein og hvønn beinara, sum kallar seg “CPH Hotspot”, líka mikið, um tað er í Kastrup ella onkra aðrastaðni.

Lætt at avlurta

Tær flestu snildfonirnar kunnu gera tað, sum eitur eitt “hotspot”. Hetta ger, at telefonin virkar á sama hátt sum ein beinari og uppsetur eitt tráðleyst net, sum onnur kunnu knýta seg til.

Fyri nøkrum vikum síðan, var eg á einum staðið í Tórshavn, har nógv fólk vórðu savnaði. Eg gjørdi eitt hotspot á míni egnu telefon, og kallaði tað fyri “CPH Hotspot”. Aftaná nøkur fá sekund var mítt hotspot fult. Mítt hotspot var nevniliga sett upp til, at einans 7 eindir kundu nýta tað á somu tíð.

CPH_Hotspot
7 fartelefonir knýttar til mítt hotspot

Tað vandamikla við hesum er, at alt internetsamskiftið hjá hesum 7 fartelefonunum kundi lættliga blivið avlurtað, og t.d. loyniorð hjá teimum kundu blivið stolin.

Tað er lætt at verja seg

Tað gleðiliga er, at tað er ógvuliga lætt at verja seg móti, at eins fartelefon sjálvvirkin knýtir seg til tráðleys net.

Tann lættasti mátin er at sløkkja wifi á telefonini, tá tú ikki nýtir tað. Um tú hevur sløkt wifi, so kann telefonin ikki knýta seg til nakað tráðleyst net.

Ein annar háttur er at strika tráðleys net av fartelefonini, so skjótt tú ikki skal nýta tað meir. Á flestu Android fartelefonum kanst tú gera hetta við at fara inn á wifi uppsetanina á telefonini, og velja “Glem netværk” / “Forget”. (Skýggjamyndir síggjast longur niðri).

Um tú hevur eina iPhone, er hetta ikki heilt líka lætt. Á iPhone hevur tú ikki møguleika fyri at síggja og strika øll goymd tráðleys net samstundis. Um tú ynskir at gera tað, so er neyðugt antin at nullstilla alla netuppsetan á tíni iPhone, ella at strika tey tráðleysu netini við at fara inn á títt iCloud ígjøgnum eina teldu. Av tí, at hetta krevur eitt sindur størri tekniskan kunnleika, vil eg viðmæla teimum, sum hava iPhone, at tey halda seg til tann fyrsta mátan, nevniliga at sløkkja wifi, tá tað ikki er í brúk.

Herundir eru nakrar skýggjamyndir, sum vísa, hvussu tú strikar tráðleys net á einari Android fartelefon. Tað kann tó síggja eitt sindur annarleiðis út á tíni fartelefon. Sjálvt um hesin mátin krevur eitt lítið sindur meir enn bara at sløkkja títt wifi, so vil eg viðmæla, at tú velur hendan háttin, um møguligt.

 

  • Android

AndroidWifi
Far inn á wifi uppsetanina og trýst á “Saved networks”

 

SavedNetworks
Trýst á tað tráðleysa netið, sum tú ynskir at strika

 

Forget_Network
Trýst á “Forget”

 

Nú hevur fartelefonin gloymt tað tráðleysa netið, og vil tískil ikki sjálvvirkin knýta seg til tað framyvir.

 

Eg vil til síðst ráða tær til, at tú ger fylgjandi:

  • Kanna hvørji tráðleys net eru goymd á tíni fartelefon.
  • Strika øll tey netini, sum tú ikki ynskir at fartelefonin skal minnast. Hav í huga, at tú altíð kann leggja tey inn aftur seinni, um tú skuldi fingið brúk fyri tí.
  • Ger tað til ein vana, at tú strikar tráðleys net av fartelefonini, so skjótt tú ikki skal nýta tað meir. Hevur tú iPhone, so sløkk wifi, tá tað ikki er í brúk.

1 thought on “Brúkaravinarligt men ótrygt”

  1. Ein onnur síða av hesum er (serliga) tá tað kemur til fyritøkur. Tær hava mangan goymd net (Hidden SSID, onki Broadcast). Tær teldur og telefonir, ið hava veri á hesum netum, blíva við at spyrja eftir teimum.
    Hetta merki so aftur, at tá kann ein teldusníkur lurta á netinum og fáa at vita hvar teldan/telefonin annars er vanliga og hvat hesi net eita. Tað kann so brúkast til eina vangamynd (profil) av brúkarunum og seinni nýtast til okkurt óheppið.

    Like

Comments are closed.