Føroyskir League of Legends spælarar í vanda

Heimsins mest spælda spæl álopið

League of Legends (vanliga stytt LoL) er eitt av heimsins best umtóktu internettelduspølum. Í 2012 var LoL mest spælda internetspælið frammanfyri World of Warcraft, sum lá nummar 2.

Tað rakti tí nógv fólk, tá teldusníkar í 2012 megnaðu at stjala loginupplýsingar frá servarum hjá LoL. Upplýsingarnir, sum teldusníkarnir megnaðu at stjala, vórðu navn, føðingardagur, teldupostadressa og bronglað loyniorð hjá spælarunum. Riot Games, sum stendur aftan fyri LoL, gjørdi tá eitt gott arbeiði við at kunna sínar brúkarar um álopið. Tað at loyniorðini vórðu bronglaði, gjørdi at nógvir spælarar ikki hugsaðu so nógv um álopið. Tí so leingi loyniorðið er bronglað, so kunnu teldusníkarnir ikki nýta tað.

Hesir spælarir kunnu tíverri ikki longur føla seg tryggar. Tí nú, 6 ár seinni, er ein listi við næstan 340.000 avbronglaðum loyniorðum frá LoL álopinum gjørdur atkomiligur á internetinum.

 

Hví er hetta serliga áhugavert fyri Føroyar

Tað er so gott sum hvønn dag, at stolin loyniorð verða gjørd atkomilig á internetinum. Grundin til at eg velji at skriva um hetta álopið, er tí at nakrir av servarunum, sum blivu álopnir, vórðu teir servarnir, sum spælarar í Føroyum nýttu. Hetta ger, at tað er stórur møguleiki fyri, at loyniorð hjá føroyingum eru ímillum tey 340.000.

 

Kannað sjálv/sjálvur

Tú hevur møguleika fyri sjálv/sjálvur at kannað, um títt loyniorð er at finna millum hesi 340.000, tí tey eru nevniliga løgd inn í databasan hjá “Have I Been Pwned“.

Um tú ikki hevur nýtt tænastuna “Have I Been Pwned” áður, so finnur tú eina stutta vegleiðing til tænastuna í greinini “Stolin loyniorð”, sum eg skrivaði í apríl.