“Cryptojacking” og ein (næstan) oyðiløgd telda

Tað er ótrúligt tín telda larmar nógv

Hevur tú nakrantíð hoyrt omanfyri nevnda setningin? Ella hevur tú nakrantíð hugsa soleiðis um telduna hjá onkrum øðrum?

Tað eru nógvar grundir til, at nakrar teldur larma meir enn aðrar. Tað kann til dømis verða, at teldan er gomul, og tí ikki virkar líka gott, sum hon einaferð gjørdi ella tað er tí, at tú brúkar telduna til okkurt, sum krevur ógvuliga nógv av henni.

Nú er tó komin ein grund aftrat…kryptovaluta.

 

Hvat er kryptovaluta

Kryptovaluta er talgildur peningur.

Kryptovaluta kann nýtast serliga á internetinum, men kann eisini nýtast í einkultum handlum. Í Danmark í 2016 bleiv enntá eitt hús keypt fyri Bitcoin, sum uttan iva er tann best kendi kryptovaluta.

Fyriuttan Bitcoin finnast ógvuliga nógv onnur sløg av kryptovaluta. Heimasíðan CoinMarketCap hevur heili 1592 ymsar kryptovaluta í sínum yvirliti.

Tað er møguligt at keypa kryptovaluta á ymsum keypsskálum, men um tú ikki ynskir at keypa teir, so er ein annar máti, sum tú kanst nýta. Tað er nevniliga at gera teir sjálvur. Hetta kann samanlíknast við ein námsarbeiðara, sum fer inn í eitt gullnám at høgga og grava fyri at finna gull. Tað, at gera kryptovaluta, verður eisini á enskum nevnt “to mine” kryptovaluta. Hvussu tað reint tekniskt gongur fyri seg, er ikki so umráðandi at vita. Tað einasta, sum tær tørvar at vita er, at tað er nakað, sum tín telda kann gera, og at tað krevur ógvuliga nógv av telduni. Teldan má arbeiða hart og leingi fyri at gera kryptovaluta.

Virðið á mongum kryptovaluta er ógvuliga høgt. Í skrivandi løtu vísir CoinMarketCap, at tað eru 22 ymsir kryptovaluta, sum hava eitt hægri virði enn 100 DKK fyri hvørja eind. Ein Bitcoin, sum er tann við tí hægsta virðinum, kostar í løtuni góðar 52.000 DKK. Bitcoin hevur tó verið heilt uppi á meir enn 120.000 DKK fyri hvørja eind.

Hetta høga virðið hevur, ikki yvirraskandi, drigið teldusníkar til sín, sum hava funnið ein nýggjan máta at fáa teg, at senda teimum pening við at nýta nakað, sum kallast “cryptojacking”.

 

Cryptojacking

So vítt eg veit, so er tað ikki nakað føroyskt orð fyri “cryptojacking”, men tað stavar frá orðinum “hijacking”, sum merkir rán, t.d. flográn ella tokrán. Also tað, at onkur óviðkomandi leypur á og tekur yvir eitt flogfar, tok ella annað.

Cryptojacking merkir, at onkur óviðkomandi, uttan at tú er vitandi um tað, nýtur tína teldu til at útvega sær sjálvum kryptovaluta. Teldusníkar fáa soleiðis tína teldu til at gera kryptovaluta til teir. Teir gera hetta millum annað við at hacka eina heimasíðu, og broyta hana soleiðis, at teldan hjá tí persóninum, sum vitjar heimasíðuna, verður nýtt til at gera kryptovaluta.

Eg setti mær fyri at kannað, um nøkur føroysk heimasíða var rakt av cryptojacking. Tíbetur fann eg ikki nakrað. Leitingin vísti tó, at meir enn 30 danskar heimasíður eru raktar av cryptojacking.

 

Vandi fyri at teldan brennur yvir

Sum eg nevndi longur uppi í innlegginum, so krevur tað ógvuliga nógv av tíni teldu at gera kryptovaluta.

Eg valdi at vitja eina heimasíðu, sum eg veit verður nýtt til cryptojacking. Grafurin herundir vísur, hvussu hart mín telda arbeiddi áðrenn eg vitjaði heimasíðuna (bláur litur), og hvussu hart hon arbeiddi meðan eg vitjaði heimasíðuna (reyður litur):

CPU-usage_Colored
Grafurin gongur frá 0 % (niðast) til 100 % (ovast). Hvør fýrkantur uppeftir er 10 %.

Áðrenn eg vitjaði heimasíðuna, brúkti teldan tað mesta av tíðini undir 5 % av síni kraft. Meðan eg vitjaði heimasíðuna, brúkti teldan millum 95 % og 100 % av síni kraft, og arbeiddi tískil so hart, sum hon yvirhøvur megnaði.

Tá teldan arbeiðir hart, skapar hon nógvan hita. Hetta ger, at viftan í tíni teldu fer at koyra skjótari fyri at royna at halda hitanum niðri. Um teldan í longri tíð arbeiður líka hart, sum mín gjørdi, eru tað tíverri ikki allar viftir, sum klára at halda telduna nóg kalda. Um viftan ikki klárar at køla telduna niður, er vandi fyri, at hon brennur yvir, og ikki kann nýtast longur.

 

Hvussu kanst tú verja tína teldu

Tað gleðiliga er, at tað í allarflestu førum er møguligt at verja telduna móti cryptojacking. Uppaftur betur er tað, at tú ikki hevur brúk fyri nøkrum stórvegis tekniskum kunnleika fyri at seta verjuna upp.

Tað er møguligt at leggja ískoytir inn í tín internetkaga, soleiðis at tín kagi fær onkra eyka funku. Eitt av teimum ískoytunum kallast “NoCoin”. Hetta ískoyti forðar, í teimum flestu førum, heimasíðum í at nýta cryptojacking móti tíni teldu.

Eg legði “NoCoin” inn í mín internetkaga og vitjaði somu heimasíðu, sum eg visti nýtti cryptojacking. Royndin vísti, at “NoCoin” forðaði cryptojacking á tí heimasíðuni. Við “NoCoin” ískoytinum arbeiddi mín telda tískil við lágari kraft, og var ikki í vanda fyri at brenna yvir.

At leggja “NoCoin” inn í internetkagan er ógvuliga einkult. Herundir eru stuttar vegleiðingar til at leggja “NoCoin” inn á Firefox og Chrome. “NoCoin” finst í løtuni ikki til Edge internetkagan.

NoCoin_FirefoxExtension
Trýst á “Add to Firefox” fyri at leggja ískoyti inn í kagan

 

NoCoin_ChromeExtension
Trýst á “Add to Chrome” fyri at leggja ískoyti inn í kagan

 

Tá ískoyti er lagt inn, er títt arbeiði liðugt. Ískoyti koyrir í bakgrundini uttan at tú noyðist at gera nakrar broytingar. Tann einasta broytingin, sum tú sært í internetkaganum er, at tú vil síggja tað reyða og gula logo’ið hjá “NoCoin” ovast til høgru í kaganum.